Hjartafelagið
    Postboks 3120
    110 Tórshavn

Framsíða
Tíðindasavn
Lógir felagsins
Fyrispurningar
Nevndarlimir
Um hjartasjúkur
Tiltøk
Slóðir
Limatekning
       Einans kettur
       hava 9 lív ...

      ... "lurta eftir
      - hjarta tínum
      - tað veit " ...





Virksemi hjá Hjartafelagnum í 2011: Les meira . . .



Ársaðalfundur hjá Hjartafelagnum: verður 26. mars 2012
Hjartafelagið hevur aðalfund mánadagin 26. mars 2012 í MBF húsinum kl.19.
Skrá sambært lógum felagsins.
Eftir fundin hevur Rudi Kollslíð, hjartalækni fyrilestur.




Bypassbólkur farin til verka
Hjartafelagið hevur stovnað ein stuðulsbólk fyri sjúklingar, ið hava fingið skurðviðgerðina hjartabypass.
Bólkurin hevði fyrsta fundin 21.mars 2012 og vísti fundurin, at stórur áhugi er fyri tiltakinum.
Endamálið við bólkinum er, at bypassjúklingar skulla fáa høvi at stuðla hvørjum ørðum og sum heild innan Hjartafelagið at stuðla fólki eftir bypassviðgerð.
Eisini er endamálið at stuðla nevndini í Hjartafelagnum at gera vart við tørvin at menna hjartarehabiliteringina og sum heild at gera vart við øll viðurskifti av týdningi fyri trivnaðin og heilsuna hjá fólki við hjartabypassi.
Tilmelding og nærri kunning um virksemið hjá bólkinum fæst frá Jensu Heinesen, 213422/313422 - jhheinesen@post.olivant.fo ella Jóannes Dalsgaard, 584506/316061 - molini@hotmail.com



Hugnaløta fyri limir var 8. mars 2012:
Hjartafelagið skipaði fyri hugnakvøldi hósdagin 8. mars 2012 í MBF húsinum kl.19. Tormóður Stórá, yvirlækni helt fyrilestur um hjartasjúkur og sálarligar trupulleikar.



Samstarv við Cardia Scandinavia um CardiAid hjartastartara:
Les meira . . .



Hjartafelagið 25. ára hátíðarhald 4. juni 2011



Tann 4. juni 2011 hevði Hjartafelagið sítt 25 ára hátíðarhald. Felagið varð stovnað 17. februar 1986.
Til hátíðarhaldið vóru møtt 120 fólk, og dagurin varð hildin á Hotel Hafnia.
Tað vóru 5 fyrilestrahaldarar, 3 úr Danmark og 2 úr Føroyum.


Fyrstur var Peter Clemmentsen, sum er formaður í danska Hjerteforeningen. Hansara fyrilestur hevði heitið “ Nye behandlinger indenfor kardiologi – fra stamceller til hjerteklapper.”
Sera áhugavert, har vit hoyrdu um tað nýggjasta innan t.d. ablatión ( brenning), PTCA (ballón og stent) og møguleikarnar at seta hjartaklappar inn uppá.


Næstur var Henrik Steen Hansen, næstformaður í Hjerteforeningen. Hansara fyrilestur var: Åreforkalkning vurderet ved ultralydundersøgelser af kranspulsårene. Hvad er nyeste viden.
Sera áhugavert. Har fingu vit at vita, hvussu tey í Odense kanna kranspulsæðrarnar við ultraljóði, sum vísur hvussu æðrin og muskulatururin í æðrini sær út innanífrá. Hetta vísur æðrina upp á ein annan máta, enn tá ið kontrast verður sproytað inn í æðrina.


Heðin Thomsen hevði fyrilesturin: Tann føroyski hjartasjúklingurin. Við statistiskum kurvum vísti hann á, hvussu deyðatalið orsakað av hjartasjúkum er fallið tey síðstu árini. Í dag er tað so, at krabbamein er tann mest vanliga deyðsorsøkin og so koma hjartasjúkurnar.
Við statistikki vísti hann eisini á, at vit í Føroyum hava nógv færri læknar pr. íbúgvara enn í Danmark, men harafturímóti hava vit fleiri seingjaplássir pr. íbúgvara.
Vit fylgja eisini væl við í statistikkinum viðvíkjandi medisini fyri ov høgt kolestorol, blóðtrýst o.a. Eisini varð tosað um skaðiligu árinini av royking.
Nevnt var at í miðal verða 3 hjartasjúklingar sendir til Ríkissjúkrahúsið um vikuna. Tað var sera áhugavert at síggja, hvussu Føroyar eru samanborin við onnur lond, tí tað er ikki nakað vit vanliga hoyra so nógv um.


Steen Stender hevði fyrilestur við heitinum: "Åreforkalkning i hjertet – en sygdom der er ved at forsvinde i Vesteuropa inklusiv Færøerne.
Hvordan opstår den, hvordan viser den sig og hvordan undgår man den.
Eisini hann vísti á, at krabbamein í dag er vanligasta deyðsorsøkin, og so koma hjartasjúkurnar. Við myndum vísti hann á, hvussu æðrakálking byrjar, og hvussu blóðtøppar koma, men hann vísti eisini á, at tað veruliga hjálpir við viðgerð móti æðrakálking, við rørslu og mati og við at hava kolestorolið og serliga LDL so lágt sum gjørligt.


Til seinast helt Jan Rasmussen fyrilestur um CTD. Henda sjúka, sum fyribils hevur kostað fleiri mannalív í Føroyum. Sjálvandi er ein ávís vitan um CTD, men tað eru nógvir óloystir spurningar eftir enn, so vónandi kann okkurt nýtt koma fram, tá ið Jan Rasmussen er liðugur við sína Ph.d. ritgerð

Hetta var ein sera væleydnaður dagur. Tað var góður matur, góður tónleikur og ótrúliga áhugaverdir fyrilestrar.








Hjálpar- og áhugabólkurin "Hjartabarnið":
Hjálpar- og áhugabólkur fyri foreldur og onnur avvarandi at børnum við hjartasjúku, varð stovnaður í MBF húsinum 13. november 2008.

Endamálið við bólkinum er at stuðla teim foreldrum, hvørs barn hevur fingið staðfest hjartasjúku. Tað er okkara vón, at tað vera nógv sum eru áhugaði at luttaka í bólkinum ella á annan hátt stuðla hesum serliga bólki av hjartasjúklingum.

Les meira um Hjartabarnið . . .



Stutt um Hjartabarnið til aðalfundin hjá Hjartafelagnum 2011

Áhugabólkurin Hjartabarnið, sum virkar til frama fyri føroysk hjartabørn og teirra avvarðandi hevur m.a. sett sær sum mál at skipa fyri tiltøkum kring landið 1-2 ferð um árið, har foreldur og hjartabørn kunnu hittast. Hjartabarnið hevur nú tvey ár á baki og støðugt fleiri familjur leggjast til og tað er at gleðast um.

Tiltøk
Í 2010 hevur Hjartabarnið skipað fyri tveimum tiltøkum.
Fyrra tiltakið var eitt evniskvøld um trauma við Tóru Petersen, sálarfrøðingi, sum var ætlað teimum vaksnu.

Vit vóru sera fegin um, at so nógv avvarðandi at hjartabørnum komu at lurta og ikki minst, at eisini avvarðandi at eitt nú ov tíðliga føddum børnum komu, og søgdu seg fáa nógv burturúr.

Eftir fyrilesturin hjá Tóru var høvi at seta henni spurningar og sigast má, at nógv nýttu hendan møguleikan.

Seinna tiltakið var jólatiltak fyri børnum og vaksnum. Eisini hetta tiltakið var væl vitjað, og tað er ikki sørt, at familjurnar og ikki minst børnini nú kenna hvønn annan aftur og hava lætt við at hugna sær saman.

Børn og vaksin sungu jólasangir, gjørdu jóladekoratiónir og pynt og prátaðu. Olea og Elin spældu guitar og sungu fyri.

Bæði tiltøkini vórðu hildin í MBF húsinum og vit eru sera takksom fyri stuðul og vælvild frá MBF.

Fyrsta tiltakið í 2011 verður væntandi ein rørsludagur fyri hjartabarnsfamiljur, har Tóra Tóroddsdóttir, fysioterpeutur fer at greiða frá og vegleiða í. hvussu umráðandi tað er hjá børnum at røra seg.

Serliga umráðandi er tað hjá børnum, sum hava fingð eina øðrvísi byrjan og sum kanska ikki hava verið aktiv fyrstu tíðina í lívinum. Tóra hevur skrivað bókina Rura, sum kom út á fyrsta sinni í 1999 og er endurprentað í 2000.

Faldari
Í 2009 gjørdi áhugabólkurin ein faldara, sum er ætlaður at víðka um kennskapin til áhugabólkin. Faldarin er borin út til allar kommunulæknar, ymsar deildir á Landssjúkrahúsinum, Ambulatoriið, skrivstovuna hjá Heilsusystrunum (Gigni). Eisini liggja eintøk at faldaranum í DK, tvs. á hjartaambulatoriinum, gn og hjartadeildini í Keypmannahavn, og neyðugt hevur verið at endurprenta faldaran í 2010.

Heimasíðan
Heimasíðan www.hjartabarn.fo er so smátt komin upp at koyra. Ætlanin er at útbyggja heimasíðuna enn meira, soleiðis at hon verður eitt natúrligt stað hjá hjartabørnum og teirra avvarðandi at vitja og finna sær vitan um eitthvørt viðkomandi evni.

Stuðul
Í 2010 hevur Hjartabarnið hevur tvær reisur fingið stuðul frá Føroya Tele, væl at merkja uttan at biðja um tað.

Fyrru ferð var tá Føroya Tele avgjørdi at skipa fyri kapping á internetinum, har latnar vórðu tilsamans kr. 30.000 til tríggjar føroyskar ‘vælgerandi’ felagsskapir at býta ímillum sín. Tvs. at ein felagsskapur fekk kr. 20.000 og hinir báðir fingu kr. 5.000 í part. Kappingin var á Facebook, og Facebook brúkarar sluppu at avgera, hvør skuldi hava hvat.

Endin var, at átakið ‘Í menniskjanum góður tokki’ fekk kr. 20.000 og ‘Eg og tú Ráðgevingin’ og Hjartabarnið fingu kr. 5.000 í part. Føroya Tele er høvuðsstuðul hjá HB og hevði í 2010 avtalu við HB um, at fyri hvørt mál, sum HB ungdómar skoraðu í kapping í 2010 skuldi Føroya Tele lata Hjartabarninum kr. 10,00. Tá avtornaði, vórðu 890 mál skorað og Hjartabarnið fekk ein kekk áljóðandi kr. 8.900,00.

Vit eru sjálvsagt sera takksom bæði fyri stuðulin og fyri hesar óvæntaðu møguleikar at gera vart við áhugabólkin Hjartabarnið.

Í 2010 fekk Hjartabarnið eisini pening , tá ein familja í sambandi við jarðarferð valdi at biðja fólk senda Hjartabarninum eina peningagávu í staðin fyri blómur ella krans.

Samanumtikið eru vit í áhugabólkinum sera væl nøgdar við árið og gleða okkum til enn eitt aktivt ár við øðrum hjartabarnsfamiljum.

Hjartamálið hjá Hjartafelagnum
Hjartafelagið hevur sett sær sum mál at gera sítt til at minka um títtleikan av hjartasjúku og blóðrenssjúku í Føroyum.

Lógir felagsins útgreina hetta virksemi soleiðis:

At upplýsa og leiðbeina um hjartasjúkur, og eggja til fyribyrgingar av teimum, við at stuðla og seta í verk heilsufremjandi uppalingarvirksemi.

At røkja felags áhugamál hjá hjarta – og blóðrenslsjúklingum, við at veita stuðul og seta í verk tiltøk á økjum, sum almenna heilsuverkið ikki fevnir um.

At stuðla vísundaligari gransking av sjúkum í hjarta og blóðrensli, atvoldum teirra, fyribyrging og viðgerð.

At umboða Føroyar í útlendskum felagsskapum við líkum endamáli.

 


Hjartabarnið
Vitja eisini heimasíðuna hjá Hjartabarninum: www.hjartabarnid.fo



 Stuðulsbólkur
Í Hjartafelagnum er ein Stuðulsbólkur til tey, sum hava fingið bypass.


 Hjartastartari
Hvørt ár eru tað fleiri fólk, sum fáa hjartasteðg.
Vit hava ikki føroysk hagtøl fyri hvussu nógv, men í Danmark er talið av fólki, sum fáa hjartasteðg, og ikki eru innløgd á sjúkrahúsi, umleið 3.500.
Les meira . . .

Far til undanfarnu síðu

Prenta hesa síðu

Heim: http://www.hjartafelag.fo

Send okkum teldupost

Far upp á ovastu reglu