Hjartafelagið mótmælir príshækking á heilivági

13.
nov
2023

Hjartafelagið frámælir staðiliga landsstýrinum at gjøgnumføra ætlaðu broytingina í løgtingslóg um almenna heilsutrygd.

Felagið metir tað vera serstakliga óheppið at gjøgnumføra so ógvusliga príshækkingar á lívsneyðugum heilivági í eini tíð, har fólk frammanundan eru sperd av príshækkingum á gerandisvørum og orku.

Vandi er fyri, at fólk antin fara at skamta heilivág sjálvi ella heilt at velja heilivágin frá - við lívshættisligum fylgjum. Í besta føri verður gerandisdagurin enn meira skerdur, enn hann longu er, og í ringasta føri fara vit at síggja eina øking í sjúkutilburðum.

Príshækkingin hjá samgonguni er ætlað sum sparing fyri Heilsutrygd, men hetta er løtuvinningur, sum í síðsta enda kann hugsast at blíva nógv dýrari fyri samfelagið.

At hækka egingjaldið við 100% úr 500 kr. upp í 1.000 kr., áðrenn íkast hjá Heilsutrygd tekur við, og harafturat at hækka markið fyri nær Heilsutrygd veitir 100% ískoyti við 2.700 kr. upp í 8.000 kr. er at leggja stein oman á byrðu hjá fólki við sjúku.

Hjartafelagið stúrir fyri avleiðingunum av broytingunum og mælir enn einaferð staðiliga landsstýriskvinnuni í Heilsumálum til at taka uppskotið aftur.

Skrivað: Eyðna Joensen